Upcoming events

Check our Facebook and Instagram

HEXIS (DK), Support: Necrolepsia

10. mai

Hvar
EL Service, Bryggjan 15, 480 Skála

Myrkir og tungir tónar verða at hoyra at hoyra á loftinum í El-Service tá útlendsku Hexis fara at framføra 10. mai.

Svartmálmsbólkurin HEXIS kom fram í Danmark í 2010, við einum punk og hardcore anda. Bólkurin er sjálvgjørdur og sjálvlærdur, við tí í huga at teir sjálvir standa við allari fyriskipan og bókingum, sum hevur ført bólkin kring heimin. Við yvir 1100 framførslum úr Føroyum til Nýsælands og úr Kuba til Mongolia undir beltinum, hevur Hexis verið besta dømið upp á hvat ein hart arbeiðandi og harðrendandi bólkur far frá hondum.

Við at sameina øðina í hardcore punkinum og myrkrið í svartmálminum, við nøkrum bitum av sludge málminum, hava HEXIS gjørt tríggjar heildarútgávur, "Abalam" (2014), "Tando Ashanti" (2017) og 'Aeternum' (2022), umframt ørgrynnan av EP’um og split útgávum. Tónleikararnir handan HEXIS eru um alt Evropa og hava fingið rós, bæði fyri sínar einastandandi útgávur, men fyrst og fremst fyri teirra hartrakandi og livandi framførslum, sum hava ført teir á stórar festivalar eitt nú Roskilde Festival, Copenhell, Bloodstock Open Air, Roadburn Festival og Damnation Festival.

At upphita koma teir føroysku Necrolepsia. Við síni svørtu og hvítu andlistmáling (sokallað “corpse paint”) framføra teir black ‘n’ roll, ein blanding av svartmálmi og hørðum rokki. Bólkurin útgáv í august 2024 sína frum heildarútgávu, Mørke Makter. Tekstirnir taka íblástur frá siðbundnum skriftstøðum, yrkingunum hjá William Heinesen, og søgur um tey livandi deyðu.

Tiltakið verður á Bryggjan 15, Skála, á loftinum í El-Service. Har er eingin elevator. Atongumerkir kosta kr. 200 + avgreiðslugjald.


BYRTA konsert, support: SAKARIS
Feb
24

BYRTA konsert, support: SAKARIS

Tað eru fáir tónleikabólkar, ið hava megna at bergtikið Føroyar, sum bólkurin Byrta! 

Sjálvt um tað eru yvir tíggju ár síðan, at vit fyri fyrstu ferð hoyrdu løg, so sum Loyndarmál og Norðlýsið, eru eyðkendu poppløgini ongantíð steðgaði við at vera í umferð í útvarpinum og heimaballum.

Popptónleikur á føroyskum var einki nýtt, men føroyskur poppur hevði aldrin áður ljóða so altjóðakendur og tíðarleysur, sum poppurin hjá Byrta. Við at levera bangara eftir bangara stoypti Byrta sær eitt fast pláss í føroysku tónleikasøguni og í føroyskum hjørtum.

Seinast vit sóu Byrta framføra var á G! 2023, har tey gjørdu sandin til eitt kempi ball. Føroyingar høvdu bíða, og Byrta leveraði eina stórfingna konsert, sum flest ongantíð fara at gloyma. Uni L. Hansen skrivaði soleiðis aftaná konsertina “Um nakar ivaðist í, at BYRTA var ársins høvuðsnavn á G! festivalinum, so ivaðist ongin eftir konsertina á Sandinum fríggjakvøldið”.

Tað er eingin ivi um, at hetta verður eitt ógloymandi kvøld í Sjónleikarahúsinum, tá vit enn einaferð fara at dansa saman á hennara dansigólvi við føroya sterkasta poppbólki, Byrta. 

Support: SAKARIS

Tað kann gera tað sama, um hann syngur um sín strandakropp, ella tá hann ikki leggur til merkis, tá makin hevur pynta seg fyri sær - Sakaris megnar altíð at fáa dansigólvið upp á kók í einum gosbaði av góðum veibum. Hansara fangandi, 80ara kendu og dansivinarligu synth popp løg, eru altíð á kantinum til at vera kiksaði, uttan at detta út í. Og vit elska tað. 

Sakaris tekur ikki lívið ov seriøst, og dugur at flenna eftir sær sjálvum. Við sínum jaliga gandaposa av stuttleika, fær hann okkum at gloyma lívsins trupulleikar - í øllum førum í eina løtu. 

Keyp atongumerki á: atgongumerki.fo

konstnaður 295 DKK + avgreiðslugjald

View Event →